- Reytt sum blóð og fannahvítt og blátt sum havsins bylgja. Merkið 100 ár
Soleiðis eitur serframsýning, ið letur upp á Tjóðsavninum í sambandi við, at Merkið er 100 ár.
Rannvá Winkler, savnsvørður, og Tórarinn á Rípuni, greiða frá nøkrum fløggum, ið eiga sín lut í føroysku flaggsøguni.
Henda framsýning er tó vinklað eitt sindur øðrvísi, tí hon eisini tekur upp spurningin, hvat vit kunnu loyva okkum, og ikki kunnu loyva okkum, at brúka føroyska flaggið og litirnar til.