Leygarkvøldið verður Suðurljóð fyrstu ferð. Suðurljóð er ein røð av tónleikaframførslum í ymsum býlingum á Tvøroyri.
Tað er eitt áhugafelag, sum stendur aftanfyri tiltakið.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann telist millum limirnar.
Hon fegnast um, at fólk hava tikið væl undir við tiltakinum, og tað var skjótt, at húsini vóru funnin.
Tey, sum fara at framføra leygarkvøldið, eru: Poul Arni og John Åge - Erolf, Terje og Hentzar - Deiggj - Asyllex - Guðrun Sólja og Janus - Ólavur Højgaard - Lív og Tróndur - Sámal Ravnsfjall - Ingi og Danny.