Tað, sum hugtekur meg mest við holukaving, er, at eg sleppi at uppliva støð, har eingin fólk ella djór hava verið fyrr, sigur Rannva Tórfríð Jørmundsson.
Tað var filmurin Finding Nemo, ið upprunaliga vakti hennara áhuga fyri kaving.
Á eini fjakkaraferð í Australia í 2008 hugsaði Rannvá, at nú var ikki langt til Great Barrier Reef, sum sæst í filminum.
Tá var eg bæði bangin fyri at svimja og fyri at ein hávur fór at býta meg, sigur Rannvá brosandi.
Síðani er áhugin fyri kaving bara vaksin.