Fólk, sum eru innløgd á sjúkrahúsi, og tey, sum búgva á ellis- og røktarheimi, eiga at verða vard og vird. Tí er umráðandi, at vit øll hugsa um týdningin av, at halda tagnarskylduna.
Hetta er er eitt evni, sum Fólkaheilsuráðið saman við Pálrún S. Sigurðardóttir og Amandu D. Jacobsen, sum lesa sjúkrarøktarfrøði, nú seta sjóneykuna á.
- Tá vit í hesum høpi tosa um tagnarskyldu, meina vit ikki bara við tagnarskyldu hjá starvsfólki, men eisini tagnarskyldu og umhugsni hjá vitjandi og avvarandi, siga Pálrún og Amanda, ið skipa fyri átakinum.