Hansa Hansen, samskipari á eldrablaðnum, Fyndin, sigur, at tað ikki er nógv granskað í eldraøkinum í Føroyum.
Tí er ilt at siga, í hvønn mun aldurisma er galdandi í Føroyum.
Altjóða gransking vísir tó, at ósamsvar er millum fordómar mótvegis eldri fólki, og tí veruleika, sum tey eldru sjálvi uppliva.
Nógv eru sjálvbjargin til tað síðsta og taka við nýggjari tøkni.
Heimsheilsustovnurin, WHO, er farin undir eina kampanju, sum roynir at reka vanligastu misfatanirnar av aldurdómi og heilsu burtur.