Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen hevur vunnið trý heiðursmerki á Special Olympics.
Hon vann silvur í 200 blandaðari svimjing í gjár, leygardagin, og í Í dag hevur hon vunnið bronsu í 200 frí og silvur í 100 firvald.
Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá Parasport Føroyar og ferðaleiðari, sigur, at hetta fyrst og fremst er ein sera stór uppliving fyri føroyska ferðalagi.
Harumframt er tað mennandi at vera við, og fleiri vinarbond verða eisini knýtt.
Tað er ilt at siga, um vit fáa fleiri heiðursmerki, men vónirnar eru kortini hampuliga góðar, metir hann.