Fáir føroyskir bólkar hava lagt so nógvar sangperlur eftir seg sum Vestmenn.
Nú ber til at uppliva bólkin, sum var stovnaður fyri meiri enn 35 árum síðani, á palli.
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Martin Joensen, gittar og sang, Ólavur Højgaard, sang,og Niels Olsen, harmonika, vitja morgunsendingina.
Teir eru allir upprunalimir og vóru partur av fyrstu útgávuni, Brot, sum kom á marknaðin í 1983.
Henda útgávan telist millum best seldu í Føroyum nakrantíð, og limirnir í bólkinum blivu heimskendir í Føroyum eftir ongari tíð.