Onkrar tíðir kundu verið betri, ásannar Jonhard Larsen, sum sjálvur var akkurát ov stuttur at røkka persónliga málinum at renna teinin undir tríggjar tímar.
Fyri ein í ferðalagnuma, Henry Olsen, var upplivingin serstøk. Hetta var tað síðsta av sonevndu Six Majors, sum hann hevur runnið.
Fyri avrikið fekk Henry Olsen gávu handaða í Tokyo.
Tá ferðast verður saman á henda hátt, snýr tað seg ikki bara um renning.
Tað er ógvuliga sosialt, og føroyska ferðalagið nýtir høvið at uppliva landið Japan, ið er so nógv øðrvísi enn Føroyar.