Ætlanin var upprunaliga, at tað bara skuldi vera ein lítil kapping, sum síðani skuldi vaksa næstu árini.
Tað vísti seg tó skjótt, at áhugin at vera við var nógv størri, enn fyriskipararnir høvdu roknað við.
Jákup Sørensen, limur i Føroya bridgesambandi, sigur, at tey høvdu vónað, at eini 20 pør teknaðu seg.
Men tá 52 høvdu boðað frá luttøku, var kappingin fullteknað.
Hetta er ein altjóða kapping, sum tó ikki hevur teir sterkastu spælararnar við.