Leygarkvøldið framførir Føroya symfoniorkestur 9. symfoni eftir Ludvig van Beethoven.
Hetta er ein ógvuliga ambitiøs verkætlan, sum leingi hevur verið í huganum á fólki, ið hava áhuga fyri klassiskum tónleiki.
9. er mest krevjandi symfoniin hjá Beethoven, og tí hevur hetta kravt nógv av øllum pørtum, vísir Poul Jákup Thomsen á.
Nøkur eru fallin frá í tilgongdini, men tað er ein partur av eini so krevjandi verkætlan.
Ólavur Jakobsen, tónleikari, sigur, at tað er nógv, ið ger hetta verkið til nakað heilt serstakt.