Í støðuni ræður um at síggja, hvat slag av álopsmanni talan er um. Í nógvum førum ber til at fyribyrgja álopi, um tú dugir at brúka tær sálarligu snildirnar.
Men verður tú álopin, skal eingin náði vísast, sigur Noomi Kunoy Heradóttir. Fær eftir veikastu støðunum og rópa alt, tú orkar.
Allar kvinnur, og allir menn, eiga at duga sjálvverju, heldur Noomi Kunoy Heradóttir. Hon leggur aftrat, at tað eisini átti at verið frálæra í sjálvverju í skúlaskipanini.
Leygardagin verður skeið i sjálvverju fyri kvinnur í Løkshøll. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið á midnátt.