Vøggusangur, babysvimjing og onnur stimbran er góð fyri menningina hjá børnunum, men vit hava sæð ein sakn, ella ein tørv á, at foreldur í barsil, eisini kunnu stimbrast uttan fyri "babybobluna," siga tær báðar, sum skipa fyri hesum barsilsfyrilestrum, Bjørk Lind og Turid Teitsdóttir.
Ætlanin er at skipa fyri einum fyrilestri um mánaðin.
Fyrsti fyrilesturin verður mánadagin 11. februar í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum og tað er CeCe, sum hevur fyrsta fyrilesturin.
Turid Teitsdóttir er í útvarpsstovuni og greiðir frá