Eitt ár er liðið, síðani Local.fo, netmiðilin, sum borðreiðir við tíðindum um føroysk viðurskifti á enskum, byrjaði sítt virksemi.
Torleif Joensen, stjóri, sigur, at hann fekk hugskotið fyri nøkrum árum síðani, tá hann búði í Íslandi.
Hann dugdi tá ikki íslendskt, og tí kom enska blaðið, Grapewine, væl við.
Við tí bar til at fáa innlit í íslendsk viðurskifti, hóast hann ikki dugdi málið.
Redaktionelt hevur Local.fo sett sær fyri at skirva um øll viðurskifti. Eisini um eitt nú grindadráp.