Søgan um Magnus Heinason er umstrídd.
Í hugaheiminum á fleiri er hann tjóðarhetja, men so eru onnur, ið vilja vera við, at hann var ein brotsmaður, sum hevði uppiborið sína revsing.
Páll Nolsøe, sum læt úr hondum bók um Magnus Heinason í 2016, sigur, at hann var ógvuliga samansettur sum persónur.
Hann var ein ævintýrari, ið framdi nógv brøgd og roysni, men tað er einki dulsmál, at hann hevði eina langa syndaskrá.
Helst hava føroyingar romantiserað Magnus Heinason. - Hann var ein rebellur, sum ikki vildi góðtaka mørkini.