Upprunin til ættarmótið á Egholm, er, at Sverri Egholm sáli, sum eitt nú var ættargranskari, hevði hug at vitja oynna og ættargarðin saman við skyldfólki á sumri í ár 2001.
Men tíverri vildi so illa til, at hann brádliga andaðist beint áðrenn fyrireikingarnar. So kom steðgur í, men seinni fór sonurin, Øssur S. Egholm, undir at samskifta við Egholmbúgvar í 2003.
Oyggin er til støddar sum Skúvoy, men fløt sum ein pannukøka.
Egholm ferjan hevur siglt ímillum Egholm og Aalborg síðani 1972 við skiftandi skiparum, eisini føroyingum.