- Góðan morgun var tað fyrsta, eg segði. Tað sigur Ann Dahl Hansen, brosandi, um løtuna, tá hon loksins kundi tosa aftur.
Hesa vikuna hava flest allir prestar í Føroyum verið á sokallaðum kyrrudøgum á Viðareiði.
Í tríggjar vóru prestarnir saman, men teir tosaðu ikki só nógv, tí kyrrudagar snúgva seg í stóran mun um at vera í tøgn.
Ann Dahl Hansen, prestur, dylur ikki fyri, at hennara nærmastu ikki roknaðu við, at hon fór at klára at lata vera við at tosa í tríggjar dagar.
Prestar tosa nógv, og tað geri eg eisini, sigur hon.