Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggju... more
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,042 episodes available.
January 03, 2019Harutíðin av á hesum sinniEyðfinn Magnussen hevur í sjey ár umsitið heimasíðuna Haran.fo.Hann sigur, at hesi árini hevur talið á skotnum harum verið skiftandi.Enn er hann ikki liðugur at skráseta árið í fjør, men hann væntar, at tað verður heldur lakari, tá samanum kemur, enn summi av árunum frammanundan....more11minPlay
December 28, 2018Ferðavinnan er bæði yrki og frítíðarítrivEldhugað er Barbara Samuelsen farin til verka í ferðavinnuni, hon kom frá einum deildarleiðarastarvi í KvF. Visit Tórshavn hevur ætlanir um bæði at menna vinnuferðavinnuna og vanligu ferðafólka-ferðavinnuna í høvuðsstaðnum. Men eisini í Føroyum sum heild, tí Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava stovnað samstarv....more12minPlay
December 28, 2018Teknarin er farin til London at menna segVit práta við Jógvan á Høvdanum, yngra, um hansara skúlagongd, London, og teir yrkisligu tankar, sum hann ger sær um framtíðina. Jógvan sigur, at útbúgvingin er samansett og í veruleikanum er talan er um fimm útbúgvingar undir einum. Hann greiðir frá lívinum í London og ymsum skúlanum viðvíkjandi....more15minPlay
December 28, 2018ÍSF heiðrar íðkarum og teimum sjálvbodnuÍ dagsins morgunsending var ÍSF-forsetin, Elin H. Joensen, og greiddi frá átakinum hjá Ítróttarsambandinum. Heiðursskjal Poul E. Petersens hevur verið latið fyrr, men hinir heiðrarnir eru nýggir....more18minPlay
December 27, 2018Ein hugnalig løta í GMF saman við Knúti og TrinuKnút var komin á gátt til ein kaffimunn og Trina vitjaði Morgunsendingina til samrøðu um felagið Heimafrið, har hon er nevndarlimur. Fyrst var tó túnatos á skránni, sum vit hoyra her....more26minPlay
December 27, 2018Eysturkommuna 10 ár: Væleydnað við ymiskleikaMunur er á leirvíkingum og gøtufólki, tað tosa vit nógv um í hesari samrøðu, sum er um Eysturkommunu og tess íbúgvar. Gudny Langgaard, leirvíkingur, hevur í tvey ár sitið í stýrinum fyri kommununa. Hon letur væl at og vónar, at samstarvið styrkist enn meira, meðan mentanar-munirnir eiga at verða varðveittir. Tað sær hon sum ein fyrimun....more17minPlay
December 27, 2018Heimafriður: Fløkt mál við einfaldari loysnTrina Eysturoy umboðaði felagið í Góðan Morgun Føroyar í dag, 27. desember 2018. Hon og hini í felagnum Heimafriður arbeiða fyri at tryggja borgarum, ið búgva nær havnum, náttar- og húsfrið frá larmandi skipum. Fyri jól varð skriv sent fleiri kommunum, har heitt var á tær at tryggja jólafriðin í ár. Tað tykist sum knúturin er fígging av alternativum til ljósmotorarnar....more15minPlay
December 27, 2018Flogvallaovastin: Spennandi vinna í stórum vøkstriGudny Langgard kom frá einum starvi sum stjóri í Vodafone Føroyar. Hon sigur seg trívast væl í hesum starvi, ið hevur alstóran týdning fyri alt landið....more10minPlay
December 22, 2018Góðan morgun Føroyar 211218Hoyr sendingina her:Luttakarar, Finnur Koba, Hanus Kjølbro, Niclas Heri Jákupsson, Victor Carlsen og Jón Brian Hvidtfeldt...more2h 3minPlay
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,042 episodes available.