Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, greiðir frá, hvussu tað kom í lag, at Hvalba og Rollag blivu vinabýir.
Thor Nattestad kom til Føroya síðst í 1700 talinum. Hann byrjaði at arbeiða í kolanáminum í Hvalba.
Tað rann saman millum hann og eina bóndadóttir í Hvalba. Tey giftust, og Thor Nattestad festi garðin.
Sostatt er hann ættfaðir teirra, ið eita Nattestad í Føroyum.
Í fjørsummar skipaðu eftirkomarar fyri ferð til Noregs. Tá vitjaðu tey heimstaðin hjá forfedrunum.