Leygardagin fyllir maskinsmiðjurin, kavarin, kokkurin og skiparin, Birgir Enni, 70 ár.
- Tað er spennandi, at mann er sloppin at liva í so nógv ár, og eg eri væl fyri, sigur Birgir Enni, ið ætlar sær at halda fram við sínum virksemi á kendu sluppini, Norðlýsinum. Júst eins og hann hevur gjørt seinastu skjótt 35 árini.
- Eg ætli mær ikki at gevast nú, tí eg havi tað gott, og mær dámar væl at arbeiða við fólki og mati, sigur Birgir Enni.