Onkur, nakar og summi hava hvør sína merking, og tey verða brúkt á hvør sín hátt, hóast tey viðhvørt kunnu verða nýtt sum samheiti.
Dømi:
1. 'Er nakar her, sum hevur verið og ferðast í ár?' (spurningur)
2. 'Onkur man hava verið og ferðast í ár.' (staðfesting, onkur, men eingin ávísur)
3. 'Summi ferðast á hvørjum ári.' (staðfesting, summi, nøkur ávís)
4. 'Eingin hevur verið og ferðast enn.'
Men undir ávirkan av donskum er nakar í ferð við at troka hini burtur, sigur Elin Henriksen.