Sangurin hevur ligið í skuffuni í fleiri ár, sigur Heri Nolsøe.
Føroyar mín drotning er heitið, og hann er ein lýsing av landinum, vit búgva í.
Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein hava samskipað, og tað vóru teir, ið heitti á Ólav á Váli Olsen at syngja sangin.
Ólavur verður javnan biðin at syngja sangir hjá øðrum, men hann leggur ikki rødd til alt.
Henda vildi hann tó fegin syngja.
Sangurin Dalar og fjøll var væl móttikin, og eg eri spentur at vita, hvørja móttøku hesin fer at fáa, leggur hann aftrat.