Fimm føroyskar kvinnur hava júst verið í býi nærhendis San Francisco í USA og vitjað eina vinkonu, ið býr har.
Ferðin, sum hevur verið í umbúna í langa tíð, bleiv tó ikki júst soleiðis, sum tær høvdu ímyndað sær.
Jóngerð Martinsdóttir Nielsen greiðir frá, at stóri skógareldurin har um leiðir hevði tað við sær, at tær lógu í streymloysi seinastu dagarnar á ferðini.
Í Føroyum eru vit von við, at streymurin kann fara eina løtu, men hetta var heilt øðrvísi, leggur Jóngerð dent á.