Sørvingurin, Høgni Nielsen, sigur, at tað var eitt øgiligt buldur, tá toran gekk tíðliga mánamorgunin.
Hann hevur tosað við fólk, sum siga, at húsini skulvu.
Tilkomin fólk vilja vera við, at so ógvuslig tora ikki hevur gingið fyrr har um leiðir.
Páll Vesturbú, stjóri á Net, ásannar, at skaðar av toruni vóru bæði í Miðvági og Sørvági.
Í báðum støðum sóu tey stór hol í vøllinum, har toran slerdi niður.
Radiostøðin í Sørvági var rakt av snarljósi og fekk stóran skaða. Talvan var illa farin. Hon var brend og svart var runt um hana.