Nógvir føroyingar hava fingið geisla- og grástarviðgerð uttanlands.
Axel Örn Ársælsson, optikari á Sjónlag í Íslandi, sigur, at hundraðtals, um ikki túsundtals, føroyingar hava verið á teirra klinikk.
Tað eru tó ikki øll, sum kunnu verða viðgjørd.
Tí verður altíð ein forkanning gjørd, ið hevur til endamáls at finna út av, um viðkomandi er kvalifiseraður til viðgerð.
Tøknin er ógvuliga framkomin, men tað er altíð ein vági, viðgongur optikarin.
Óteljandi viðgerðir eru framdar, og hagtølini eru atkomulig.