David Arge Klevang Pedersen, adjunktur á DTU-Space, sigur, at hann væl skilir, at so nógv hava hugt at myndini.
Mars hevur ikki lofthválv eins og jørðin, og tí sæst alt, sum er hent á gongustjørnuni, nógv betur, enn tað sæst hjá okkum.
Curiosity Rover lendi á Mars í august í 2012 og hevur sostatt tikið myndir í næstan átta ár.
Víðmyndin, ið er sett saman av nógvum myndum, sæst á hesum leinki.
Nú skal nýggjur bilur sendast avstað.