Vit skuldu hava vígslu í Eiðis kirkju og stóra veitslu í Eydnuni á Oyrabakka, sigur Dorthea Ellingsgaard.
Eini 300 fólk høvdu teknað seg til veitsluna, men tá kom korona, og broytingar máttu gerast.
Tá avtornaði var vígslan heima í stovuni á Oyri, og bara 10 fólk vóru til staðar.
Grannarnir gjørdu góðan døgurða, sum bleiv borin inn ígjøgnum terassuhurðina. Frástøðan bleiv hildin, sigur brúðurin, sum eisini fylti 50 henda dagin.
Brúðardansurin varð dansaður ímillum sletur og dekk í bilhúsinum.