Um vit vilja framtíðartryggja norðurlendska vælferðarstatin, mugu broytingar fremjast á heilsuøkinum í framtíðini.
Millum annað tað kemur fram í samrøðu, sum blaðið Børsen hevur gjørt við Boga Eliasen.
Í 2040 verður mett, at tað fara at vera tvær ferðir fleiri fólk, ið eru eldri enn 80 ár.
Sostatt verður tørvurin á heilsurøkt munandi størri, og arbeiðsmegin eldri.
Í framtíðini verður neyðugt at flyta fokus frá at viðgera til í størri mun at fyribyrgja.
Nú er greitt, at tað ikki er gagnligt at brúka somu loysnir til øll.