Trý ár eru liðin, síðani seinasta útgávan hjá Jákup Eli Joensen, Rætt mær tína hond og tig, kom á marknaðin.
Nú er hann aftur klárur við nýggjum tilfari. Tveir sangir eru tøkir á Spotify. Burturvilstur og Verðin hatar meg, nevnast teir.
Um tann seinna sigur Jákup Eli, at hann er um at føla mótgongd í lívinum.
- Eg havi ofta havt lyndi at billa mær inn, at fólk hava so nógv ímóti mær, hóast tey ikki hava tað.
Hetta er nakað, sum eg framvegis stríðist við, leggur hann aftrat.