At hava verið í stórum parti av heiminum, men ikki í Mykinesi, tað er eitt sindur løgið.
Hesin tankin kom til Einar Martin Hjalt Jacobsen. Hann setti sær ti fyri at vitja allar bygdir í Føroyum í ár.
Mær dámdi so væl Ninja turtles, tá eg var barn. Tær skjaldbøkurnar vóru allar nevndar eftir kendum listamonnum.
Tí var tað upplagt, at mín skjaldbøka, litfagra húgvan, sum mammn hevur bundið, eisini skuldi nevnast eftir listamanni.
Navnið er Tróndur. Hon og eigarin verða avmyndað saman á hvørjum bygdaskelti, tey kom til.