Fríggjadagin var síðsti skúladagur á Glasi. Tá fingu vit orðið á tveir næmingar og samskiparan á serbreytini.
- Tá fólk koma á serbreytina, hyggja vit at styrkjum og veikleikum hjá hvørjum næmingi. Síðani leggja vit eina ætlan eftir tí, sigur Katrin Olsen, ið er samskipari á serbreytini.
Undirvísingin leggur dent á samleikamenningina og trivnaðin.
Undirvíst verður í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi, í sosialum førleikum, at duga at handfara egið lív, fólkaræði, samstarv, dannilsi, o.s.fr.