Leingi er tað, ið væl skal vera.
Ótambaða orðatakið lýsir tó rættiliga væl nýggja skúlabygningin á Skúlatrøð í Klaksvík.
Hann er bæði seinkaður og dýrkaður; men úrslitið í dag er eisini hareftir.
Bygningurin, sum fyrst og fremst skal húsa eldri fólkaskúlanæmingunum, er prýðiligur og praktiskur.
Vagn Foldbo, skúlastjóri, vísti okkum runt í morgun.
Við okkum var eisini Katrina Lind Sørensen úr 6.b.
Tíverri var sambandið vánaligt, vit gleppa úr nakrar ferðir, og tá vit fóru inn í skúlastovuna at enda reyk sambandið.