Í fleiri ár hevur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Setrinum, fylgt við, nær staraungarnir koma út og verða floygdir.
Í ár vórðu staraungarnir klaktir umleið 22. mai og fóru á flog 17 dagar seinri, tann 7. juni, sigur Eyðfinn Magnussen.
Tað er eitt sindur ymiskt, frá einum ári til annað, nær starin verpur, og nær ungarnir koma út.
Tey 15 árini, hann hevur fylgt við, eru ungarnir komnir út millum 12. og 28. mai. Sostatt eru tvær viku á muni.
Tað er veðrið, sum stýrir hesum.
Tá tað er kalt í veðrinum, verpur starin seinni enn vanligt.