Tað slept ikki undan, at vit órógva fugl nakað, tá vit ganga í náttúruni, sigur Jón Aldará, limur í Fuglafrøðifelagnum.
Hann vísir á, at tá er tað okkara skylda, at hava eina vitan um tað, sum fyriferst.
Um eitt nú ein fuglur nærkast tær og byrjar at láta, er tað helst ein roynd at gera vart við, at reiður er í nánd.
Tá eru hyggjuráðini at skunda sær burtur haðani.
Sjálvandi er eisini ein læra í tí at taka mynd av reiðri og á tann hátt duga at seta eggini í samband við ávísa fuglin.
Men skal mynd takast, so ræður um at gera skjótt av.