Í næsta mánað verður skipað fyri borðspøl-tiltøkum á Bókasavninum í Havn.
Tað eru áhugafelagið Tabletop-Føroyar og Býarbókasavnið í Havn, ið skipa fyri.
Hugskotið fekk Barbara Krossteig ein dag hon var til arbeiðis í Almannaverkinum.
Hon legði merkis, at ung, sum ikki gera ítrótt, ganga á møti ella tiltøk, har alkohol verður brúkt, ikki høvdu nakað veruligt alternativ.
Soleiðis kom hugskotið at skipa fyri spælikvøldum.
Barbara Krossteig og Esbern M. Á Geilini, siga, at tað at spæla spøl hevur nógvar ágóðar við sær.