Í einum skúla í býnum, Nakuru, ið liggur fyri norðan í Kenya, ganga 650 børn. Flestu teirra hava stuðlar úr Føroyum, sum hvønn mánað rinda fyri skúlagongdina og mat til børnini.
Síðan landið lat aftur, og harvið skúlarnir, hevur hungur herjað.
Felagsskapurin Næstin, hjá Bjørg av Rana, skipar tí í kvøld fyri einum stuðulstiltaki, sum hevur til endamáls av savna inn pening at keypa matpakkar fyri til børnini, sum ganga á skúlanum og familjur teirra.
Hoyr Bjørg av Rana greiða frá.