Fótbóltur kann spælast aðrastaðni enn á vøllinum.
Ein á, ein fjallatoppur ella eitt fjós kunnu eisini brúkast.
Tað er bara hugflogið, ið setir markið.
Chrsitina Ravnsfjall, grasrótarsamskipari hjá Fótbóltsambandi Føroya, sigur, at nógv dømi eru um kreativar loysnir, sum fólk hava funnið undanfarin ár.
Frá mánadegnum 21. til mikudagin 30. september verða árligu grasrótardagarnir hjá UEFA hildnir í Føroyum og øllum Evropa
Øll kunnu vera við. Tað einasta, ið krevst, er at skipað verður fyri onkrum slagi av fótbóltsspæli.