Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tað liggur fyri hjá fólki at tekna. Summi tekna pinnamyndir, onnur duga at fáa fleiri smálutir fram í sínum tekningum, men so eru eisini nøkur, ið hava heilt serlig evni.
Ein teirra er 19 ára gamla, Erla Jarnskor Ellingsgaard úr Syðrugøtu.
Hennara tekningar eru so væl gjørdar, at tað onkuntíð er trupult at taka dagar ímillum, um tað er tekning ella fotomynd.
Mær dámar serliga væl at tekna papageykar, sigur Erla Jarnskor Ellingsgaard. Tað eru allar detaljurnar og litirnir, sum gera tað spennandi.