Tannheilsan hjá føroyskum børnum er batnað, men kortini kann hon gerast enn betri.
Tað staðfestir nýggj frágreiðing hjá Tannlæknafelagnum.
Hóast tað gongur hampiliga væl, so eru tað 40 prosent av teimum 15 ára gomlu, sum hava okkurt at gera orsakað av karies, tá tey vitja tannlæknan.
- Serliga matur, sum er søtur og klistrar, er av tí ónda fyri tannheilsuna. Tí er tað so umráðandi, at foreldur hjálpa børnunum at busta tenninar, til tey eru útvið 12 ára gomul og hava eitt gott handalag, sigur Sigrid Arge, tannlækni og leiðari á Barnatannrøktini í Havn.