Fólk aftra seg og bíða sum longst við eini fráboðan, um tey halda eitt barn møguliga vera fyri vansorgan.
Tað heldur Signhild Johannesen, sum er virkandi leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Tórshavn.
Sambært henni er tað ein avbjóðing, at fólk ofta halda seg aftur við at boða frá, tá tey halda seg vita, um eitt barn sum er fyri vansorgan.
– Eg haldi, at tað kemur ofta til sjóndar, at fólk eru bangin at boða frá, og tað skal nógv til, áðrenn tey gera tað, sigur Signhild Johannesen.