Katrin Thorsvig Hansen, virkandi stjóri í Dátueftirlitinum, sigur, at nýggja dátuverndarlógin minnir rættiliga nógv um hina gomlu.
Onkrar nýggjar skildur eru, sumt verður strammað upp og einstaki borgarin kann í størri mun gera av, hvussu upplýsingar verða viðgjørdar.
Nógv halda, at prát um dátuvernd er ógvuliga torskilt. Tí roynir Dátueftirlitið nú at gera miðlingina eitt sindur lættari og hugaligari við eini podcastrøð.
Higartil eru fýra partar tøkir, men helst fara vit at halda fram við hesum, sigur virkandi stjórin.