- Nú var tíðin komin at royna nakað nýtt, og hetta er nakað, sum mær dámar væl at fáast við.
Soleiðis sigur fyrrverandi borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen. í farnu viku hevði hann sín fyrsta arbeiðsdag hjá Ocean Rainforrest, ið er ein fyritøka, sum alur tara.
- Eg sakni starvsfelagarnar, sum eg hevði í Eysturkommunu, men annars sakni eg ikki uppgávurnar, sum vóru, tí eg føldi, at nú var tíðin komin at sleppa borgarstjórastarvinum og veruliga royna okkurt annað, sgur Jóhan Christiansen.