Í sambandi við móðurmálsdagin, sum verður hósdagin 25. mars, hevur Føroyar lesa gjørt eina lesivanakanning, sum avdúkar, at flestu føroyingar lesa í songini, og sum oftast lesur hann 30 minuttir í eini krimi.
Nú móðurmálsdagurin stundar til, hevur Føroyar lesa sett sær fyri at hyggja nærri at lesivanunum hjá føroyingum.
Lesivanar kunnu geva eina ábending um, á hvørjum máli føroyingum dámar at lesa, og til hendan spurningin hava tey flestu svarað, at teimum dámar best at lesa á føroyskum.