Fyri áleið tveimum árum síðani var Kristiana Rein í morgunsendingini og greiddi frá Life for a Child.
Nú um dagarnar hevur Kristiana fingið takkarskriv frá Life for a Child, har víst verður á týdnngin, sum neyðhjálpin úr Føroyum hevur.
Tað var altjóða diabetesfelagið, IDF, sum í 2000 fór undir átakið, Life for a Child.
Kristiana Rein sigur, at hon, og hinar, sum arbeiða fyri felagsskapin í Føroyum, fegnast um allan stuðul, sum verður veittur.
Arbeiðið er ólønt, og allur stuðul fer óskerdur til at keypa insulin.