Fyrsta november í 1983 bleiv Kristina Christiansen sett í starv sum politinæmingur í Danmark.
Eftir lokna útbúgving, í 1986, bleiv hon fyrsti kvinnuligi politistur í Føroyum.
Eftir eina drúgva yrkisleið í fakinum hevur hon nú takkað fyri seg.
Onkrar løgnar støður hava tikið seg upp, ásannar Kristina.
Eitt nú hevur hon upplivað, at fólk hava ringt á støðina. Tá hon hevur tikið telefonina, hevur røddin í hinum endanum sagt, at viðkomandi ætlaði at tosa við ein politist.
- Tú tosar við ein politist, hevur Kristina tá svarað.