Birgit Remmel er fødd í Týsklandi, men hevur búð meginpartin av lívinum í Føroyum eftir hondini, og kennir seg í flestu førum sum føroying, men hetta við at familja og slekt fyllir so nógv í prátinum her, ger, at hon ikki altíð kann tosa við.
Ikki visti hon nógv um Føroyar, tá hon kom hendan vegin, tí Færø, Fanø ella hvat tað nú æt, mátti vera ein donsk oyggj, sum undarligt nokk hevði sítt egna mál.
Hon er ein av teimum, ið kemur undir nýggja hugtakið hjá Hagstovuni, sum sigur, at hon hevur bústaðartilknýti til Føroya.