Tú kanst ikki fara í hvat sum helst, tá tú skalt standa á tingsins røðarapalli, tí í løgtinginum er klædnakrav galdandi.
- Klæðini skulu vera siðilig og tignaðarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna.
Herfyri stóð løgtingslimurin, Jørgen Niclasen, á tingsins røðarapalli í eini heimabundnari skipstroyggju.
Jørgen Niclasen legði mynd út á sín Facebook-vanga av hesum, men tað vísti seg, at tað vóru tey, sum høvdu hug at havast at, at hann var í heimabundnari troyggju og ikki skjúrtu, slipsi og jakka.