Felagsskapurin hevur alt at siga.
Tað halda Anna Olsen og Bjørk Lykke Ludvig, sum eru ávikavist trivnaðarfólk og forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelagi, sum tann 25. apríl hátíðarheldur 50 ára stovningardag.
Júst góði felagsskapurin og stóra arbeiðið, sum tey sjálvbodnu gera, er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað gongst felagnum væl.
- Limir úr Hósvík og øllum Sundalagnum eru altíð fúsir at hjálpa til, tá tørvur er á tí, og tað hevði ikki gingiðst felagnum so væl uttan stóru hjálpina frá teimum sjálvbodnu, sigur Bjørk Lykke Ludvig, forkvinna.