Hosti, fepur, høvuðpína og nos.
Seinastu mongu vikurnar hava nógv fólk havt júst hesi sjúkueyðkennini.
Sambært kommunulæknanum, Gunnhild Helmsdal, eru fleiri orsøkir til, at lutfalsliga nógv fólk hava krím, koronu ella influensu júst nú.
Ein høvuðsorsøk er árstíðin.
- Vit eru á hávetri nú, so tað er ikki so óvanligt við sjúkum um hesa tíðina. Tað er kalt, og vit eru meira inni, og tá trívast allar tær ymisku infektiónirnar betur, sigur Gunnhild Helmsdal og vísir samstundis á, at talið í ár ikki er óvanliga høgt samanborið við onnur ár.