Tá okkurt órógvar sinnið, er gjørligt at fara til sálarfrøðing at tosa um støðuna. Men ein annar møguleiki er at leita eftir linna í skriftunum.
Rói Norðoy ásannar, at tað eru nógv, sum stríðast.
Ein orsøk kann vera, at samfelagið krevur nógv av okkum. Fólk skulu støðugt vísa, at tey eydnast.
Familjan er somuleiðis undir trýsti. Nógv er at fara til, og hjá fleiri familjum eru ikki stundir at taka sær av løttum.
Pastorala sálarviðgerðin leggur dent á, at vit ikki skulu renna undan okkum sjálvum.