Í gjárkvøldið varð The Last Paradise on Earth frumsýndur á filmsfestivalinum Gøteborg, sum er tann størsti í Norðanlondunum. Salurin var á tremur og fólk vístu stóran áhuga fyri filminum og Føroyum sum heild, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.
Høvið verður eisini at síggja The Last Paradise on Earth í Føroyum í mars, og á Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu seinast í apríl.
Talan er um ein spælifilm í fullari longd, og filmurin snýr seg um ungdómslív, kærleika, og hetta at búgva í einum oyggjasamfelagi og trívast.
1723132